ÚTISTOVA

Útistovu handbókin

Vælkomin í Útistovu

Útistova +298 237715

Útistova letur upp kl 8:30.

Tey sum hava tørv á at møta áðrenn kl.08:30,  kunnu møta í Mylnuhúsinum frá kl 07:30. Tey, ið møtt eru inn í Mylnuhúsinum, verða koyr út í Útistovu um 09:30 tíðina.

Av tí at bussurin bert tekur 6 børn, hevði verið gott, um tað annars á nakran hátt letur seg gera, at tit koyra barnið í Utistovu, heldur enn Mylnuhúsið. Um fleiri børn enn bussurin rúmar koma í Mylnuhúsið, so kann bussurin koyra fleiri túrar.

Vanliga avheintar bussurin tey sum eftir eru, uml. kl. 15:35-45. (hetta kann tó variera). Tá verða tey koyrd niðan í Mylnuhúsið, sum er opið til kl 17:00.

Tá veðrið er gott og umstøðurnar loyva tí, ganga vit ofta niðan í Mylnuhúsið. Tá skriva vit eini boð á rútin á úthurðini í Útistovu, neyvari hvar vit eru, og telefon nummarið, so tit kunnu fáa fatur á okkum. Vit hava altíð útistovu telef. við okkum.  Eisini skriva vit á Intra tá okkurt er at frætta.

Tá tit koma við barninum í Útistovu, nýta tit inngongdina omanfyri. Tað vil siga, at tit koma inn á loftinum, har eisini garderoban hjá barninum er. Sum oftast megnar barnið sjálvt at latað seg í og úr yvirklæðunum. Tit kunnu so siga farvæl á loftinum ella tann vaksni fer út á loftinum og kemur inn niðanfyri, at ynskja barninum ein góðan dag. Hetta finnað tit útav, hvat er best fyri tykkum

Vit meta, tað er av stórum týddningi at børnini hava so nógva kvalitetstíð saman við foreldrunum sum gjørligt. Tí siga vit  – “Ein er ongantíð ov seinur í Útistovu.”-  Fleiri foreldur arbeiða skiftandi tíðir, so um tit eitt nú skulu møta seinnapart, er heilt í lagi, um barnið kemur á stovnin kl 11 ella 12. Vit eru oftast farin í “gongd” við dagin uml kl 10. Um vit eru farin út úr húsinum, kunnu tit altíð ringja, so finnað vit útav hvar vit hittast.

Foreldrakaffi

Av og á bjóða vit foreldrakaffi. Tað ikki nakað ávíst tíðspunkt. Tit fáa kaffikopp, tá ið tit annars avheinta barnið. Tá er eitt gott høvi hjá tykkum, at hyggja í kassan við skiftiklæðum og dagførða hann. Hetta er serliga ætlað tykkum, sum dagliga ikki náa at koma í Útistovu.

Skiftiklæðir

Ynskiligt er at børnini hava í minsta lagi 2 sett av skiftiklæðum á plássinum í Útistovu. Gott um tit av og á, kannað og ruddað plássið hjá barninum. Børnini vaksa so skjótt, at tað er áðrenn man varðnast, kunnu tey verða vaksin úr skiftiklæðunum. Tá barnið hevur skift klæðir, geva vit teimum tey vátu ella skitnu klæðini við heim í einum posa. So er lætt hjá tykkum at geva barninum rein skiftiklæðir við í ryggsekkin næsta dag. Gott er eisini at eiga 2 sett av regnklæðum og gummistivlum. Best um stivlarnir ikki hava skinn innan um summarhálvuna, hetta tí skinnið hevur langa tíð um at tornað aftur tá tað gerst vátt. Í kava og kulda annars, er best við vatntøttum vetrarskóm/stúlvum (goritex) Um barnið hevur gummistivlar, er best at hava góðar ullintar hálvhosur at verða í.

Tá kavi er og kalt, er neyðugt við eini góðari kavadrakt, sum ikki er ov lítil og ikki ov stór. Kavaklæðir og regnbuksir hava oftast eitt elastik, sum man smoyggjir undir skógvin ella stivlan.  Hetta elastikkið heldur ikki altíð so leingi. Hetta fæst til keyps í eitt nú ítrivshandlum (eitt nú Heimai), og kann lættliga skiftast út. Hetta ger at barnið kann rokast, uttan at spælið verður brotið av, tí brókin smoyggjur sær upp um stivlan 

Havið praktisk klæðir sum barnið sjálvt megnar at lata seg í og úr.

Tá barnið hevur frídag

Tá barnið hevur frí ella er heima vegna sjúku ella annað, kunnu tit senda okkum boð um hetta umvegis sms ella Intra.

Navn á

Tit hjálpa okkum sera nógv við at navn er á øllum klæðunum og lutum annars, sum barnið hevur við. STÓRA TAKK!!

Ryggsekkurin

Ein góður ryggsekkur er ein sum hevur góðar breiðar seðlar og sum situr væl um akslarnar á barninum. Sekkurin skal rúma eini mateskju, einum dunki og eitt nú húgvu ella eini troyggju.

Vit hava ryggsekk við hvønn dag, soleiðis at vit kunnu fara spontanar túrar. Vit hava ikki altíð eina ætlan fyri dagin frá morgunstundini, men leggja dagin eftir ynskjum og tí, ið annars rørðir seg í millum børnini.

Matpakkin

Vanligt hava børnini matpakka við. Tað er upp til tykkum at avgerða hvat er í. Vit viðmæla tó at kosturin er heilsugóður og mettandi, so at barnið er so væl upplagt sum møguligt. Barnagarðurin bjóðar miðmála, sum eitt nú kann verða frukt, knekkbreyð o.l. Um barnið ikki hevur etið morgunmat áðrenn tað kemur í barnagarð, er gott um ríkiligt er í matpakkanum, tí børnini fáa sær ofta úr mateskjuni um 10 tíðina. Gott um eskjan ikki fyllir ov nógv, tí tað rúmast ikki so nógv í køliskápinum.

Onkrar dagar fara vit at hava breyð-dag og onkran dag  vit at gera døgurða í Útistovu. Hetta fara tit at frætta nærri um, tá tað gerst aktuelt.

Mylnugøta 10, 700 Klaksvík

Vit samskifta við foreldrini á INTRA.

Mylnuhúsið © 2026. Ein heimasíða frá ELSE.
Rita inn.