UPPLÝSINGAR
UPPLÝSINGAR TIL FORELDUR OG ONNUR
AVTALUR
Tað er av stórum týdningi at starvsfólkini í Mylnuhúsinum fáa boð frá foreldrunum um børnini skulu heim við hvørjum øðrum ella onkur annar enn foreldrini avheinta tey. Ring og boða frá ella gev barninum seðil við.
BUSSURIN
Bussurin verður brúktur til at koyra Útistovubørnini til og frá Mylnuhúsinum.
FRÁBOÐAN
Boðast skal frá, teir dagar ið barnið ikki kann koma í Mylnuhúsið áðrenn kl 10:00
FASTIR FRÍDAGAR
Mylnuhúsið hevur stongt hesar dagar: Umframt leygar/sunnu og halgidagar: Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagin, ólavsøkuaftan eftir kl 12:00, páskaaftan og hvítusunnuaftan
FRÍ PLÁSS
Møguligt er at søkja um frípláss. Umsóknarblað fæst við at venda sær til eitt av starvsfólkunum.
FORELDRAFUNDIR
Ein felags foreldrafundur er um árið, og foreldraviðtalur eru um heysti.
FLAGGSTONGIN
Mylnuhúsið hevur eina flaggstong. Vit flagga tá onkur í húsinum hevur føðingardag.
FØÐINGARDAGAR
Tosa við starvsfólki á stovuni um hvussu tit vilja hava at føðingardagurin hjá tykkara barnið skal haldast.
Mylnuhúsið hevur føðingardag 16. januar
GÓÐAN MORGUN
Tað er av stórum týdningi at foreldur koma inn saman við barninum at siga góðan morgun og siga farvæl við starvsfólki áðrenn tit fara heim.
Minnist til at siga farvæl við barnið áðrenn tit fara, skjótt og gott.
HEILIVÁG
Ikki er loyvt hjá starvsfólki at geva børninum heilivág, uttan í lívsneyðugum førum.
HEIMASÍÐAN
Heimasíðan hjá Mylnuhúsinum liggur á www.mylnuhusid.fo, har eru børn og vaksin vælkomin at senda eina heilsan, teldupost addressa: mylnuhusid@mylnuhusid.fo
KOSTNAÐUR
Vøggustovupláss: kr. 1.606,- um mánaðin.
Barnagarðspláss: kr. 1.150,- um mánaðin.
KLÆÐIR
Navn skal á øll klæðini.
Tvey sett av hóskandi klæðum skulu altíð vera á plássinum.
KOSTUR
Umleið klokkan 14:30 – 15:00 vera frukt, jogurt, keks o.t. etið.
Máltíðir : Børnini hava matpakka við heimanifrá.
MYLNUHÚSIÐ
– Ein stovnu í menning!
NÆMINGAR
Mylnuhúsið tekur fegin ímóti næmingum. Vit hava næmingar bæði úr inn og útlandinum og bæði frá fólkaskúlanum og hægri námsfrøðiligum skúlum.
RUNA
Vit í Mylnuhúsinum ganga inn fyri runu.
SJÚKA
Um barnið er sjúkt og ikki kann fylgja einum gerandisdegi kann tað ikki koma á stovn.
Sigið frá um barnið er sjúkt.
SPÆLIPLÁSSIÐ
Vit ynskja at spæliplássið í Mylnuhúsinum, skal vera stimbrandi, mennandi og ikki minst stuttligt.
TAGNAÐARSKYLDA
Starvsfólkið í Mylnuhúsinum hevur Tagnaðaðarskyldu við starvssetan og heldur hon ikki uppat við uppsøgn.
TRYGGING
Spyrjið tryggingarfelag tykkara hvussu barnið er tryggjað, meðan tað er í Mylnuhúsinum.
UPPHANGSTALVIR
Umráðandi er at hyggja uppá upphangstalvuna hvønn dag
ÚTMELDING
Tá barnið skal sigast upp úr Mylnuhúsinum er freistin 14 dagar og skal tað vera skrivliga.