ENDAMÁLSORÐING

PEDAGOGISK ENDAMÁLSORÐING

Vit ynskja, at Mylnuhúsið skal vera ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá børnunum og familjum teirra, at tað er ein liður í teirra barndómi, sum tey kunnu vera errin av sum vaksin. Í Mylnuhúsinum verða børnini sett í hásætið. Tað merkir at tað skal vera pláss fyri at tey kunnu seta síni spor her.

Spor er t.d. at starvsólkið í Mylnuhúsinum arbeiðir við tí pedagogiska háttinum “den integrerende baggrund”. Vit eygleiða børnini og finna útav hvat tey eru upptikin av, tað kann t.d. vera hvat tey spæla, tekna ella tosa um, hetta taka vit í álvara og saman við børninumm finna vit útav, hvat vit kunnu fáa burturúr sporinum, børnini koma við.

Tey vaksnu hava ábyrgdina av at spor verða fylgd upp, og føra tað út í lívið.

Tað pedagogiska arbeiðið ið Mylnuhúsinum verður skjalprógva, hetta verður gjørt á ymsan hátt. Hetta fyri at foreldur og onnur hava møguleika fyri at síggja hvat ið hendir í húsinum.

Tað hevur víst seg, at foreldur gerða nógv brúk av hesum skjalprógvum og at Mylnuhúsið hevur eitt einastandandi samstarv við heimið.

Út frá hesum meta vit at hetta gevur okkum eitt harmoniskt hús við børnum og vaksnum ið eru glað, hava humor, samstundis sum at tey læra at samstarva við onnur børn og vaksin á ein góðan, tryggan og mennandi hátt.

Tá foreldur fáa barn sítt í Mylnuhúsið verða tey boðin til eina innleiðandi samrøðu, har vit tosa um Mylnuhúsið, hvat tað er og hvat tað er vit leggja dent á í okkara arbeiði við børnunum og at tað er av stórum týdningi at børnini fáa eina góða og lagaliga byrjan, og um hvat er best fyri júst teirra barn.

Sum ein liður í tí pedagogiska arbeiðinum fáa øll børn eitt “kuffert” tá tey byrja í Mylnuhúsinum. Hetta fyri at børn og foreldur kunnu koyra nakrir lutir/minnir í kufferti sum hava týdning fyri barni og sum familjan vil hava at vit tosa við barnið um.

Meðan barnið gongur í Mylnuhúsinum, er tað starvsfólkið saman við barninum sum leggja týdningarmiklar lutir í, tað kann t.d. vera myndir, frágreiðingar frá túrum o.a.

Barnið fær kuffertið við heim, tá ferðin í Mylnuhúsinum er at enda komin.