LESANDI

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur frá 1999, normerðaur til 138 børn í aldrinum 0–9 ár. Vit hava vøggustovu, barnagarð, útibarnagarðar og frítíðarheim. Vit húsast í 4 húsum.

Børnini kunnu spæla allastaðni, bæði úti og inni, og vit hava tætt samstarv millum allar stovurnar/húsini.

Fyriskipanarliga leggja vit stóran dent á, at Mylnuhúsið gevur børnunum møguleikar at fáa vinir, at tað er tíð til spæl, og at tað eru vaksin til staðar

Harafturat leggja vit stóran dent á, at møguleiki er fyri ransakan, gransking, uppliving, sansiávirkan, kropsligari menning, og at barnið skal kunna mennast mest møguligt, bæði í mun til bólkin og seg sjálvt.

Námsfrøðiliga taka vit støði í tí italiensku námsfrøðini »Tann integreraða bakgrundin«. Tað merkir, at vit alla tíðina hava kenslu av, hvør tørvur er á júst í okkara bólki, og at vit læta hesa vitan vera ávirkandi fyri virksemi okkara.

Tað gera vit við at lurta eftir børnum okkara, eygleiða, savna fatan og prógva, hvat vit gera í gerandisddegnum við uppsløgum, frásøgnum og myndum.

Umframt hetta arbeiða vit við »kuffertinum«, ið sigur frá tí tíð, barnið hevur verið her hjá okkum.

STARVSLÆRUPLÁSS – HVÍ?

Vit hava valt at vera starvslærupláss, tí vit vilja fegin vera við til at útbúgva komandi starvsfelagar.

Harumframt ríkar tað um á starvsplássi okkara, at tað koma lesandi uttanífrá, sum undrandi hyggja at námsfrøiliga starvshátti okkara við gagnmetandi og fakligum eygum.

Tey lesandi skulu í byrjanini av starvslærutíðini kunna seg um, hvussu námsfrøðin og gerandisdagurin er í Mylnuhúsinum. Vit gera púra greitt, at tann lesandi fær tíð og stað til at útinna tað, ið er endamálið við starvslæruni, bæði persónliga og fakliga.

Hesið evnið verður arbeitt við og kjakast um í vegleiðingartímunum, ið eru einaferð um vikuna ella tá tørvur er á.

Vit vilja geva tí lesandi týðandi upplýsingar um stovnin í mun til:

  • politikkur kommunurnar
  • okkara samstarvspartnarar
  • leiðsluskipan
  • starvsfelaga og foreldrasamstarv

Harafturat vilja vit lurta eftir støðutakanina hjá tí lesandi í mun til mansfrøðilig mál viðvíkjandi Mylnuhúsinum.

Vit gera tó greitt, at krøvini til tann lesandi eru ymisk, í mun til, hvar tey eru í lestrartíðini.

Vit vænta av tí lesandi

  • lesur okkara heimasíðu, sum greiður frá gerandisdegnum, okkara endamálið og okkara ráðlegging, og ynskir at fylgja hesi stevnu.
  • At tann lesandi fer við  opnum sinni í samstarv við hini starvsfólkini í jøvnum føti. Hetta er galdandi allan gerandisdagin í tí námsfrøðiliga og praktiska arbeiðinum.
  • Tekur lut í tiltøkum og fundum
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og skapandi.
  • Kann hugsa um egnar og aðrar gerðir.
  • Fær samband við hvørt einstakt barn og fær kunnleika til allan barnahópin.
  • Hevur samband við foreldrini.
  • Hevur hug at kjakast um faklig evni.
  • Hevur hug at lesa týðandi fakliga lesna.