»Den integrerende baggrund«

Er sprottin úr tí demokratisku samfelagsskipanini. Hetta er ein liður í tí at fáa børnini við sum ein náttúrligan part av demokratinum. At børn verða luttakandi, hava ávirkan og eru við í avgerðum, sum verða tiknar.

»Den integrerende baggrund« er ikki ein arbeiðsháttur ella ein teknikkur, men heldur nógvir blandaðir saman. Bókin »Den integrerende baggrund« greiðir frá ástøðinum og tankunum, sum hugtakið, »tann integrerandi bakgrundin«, byggir á, og við hvørjum eygum hesin pedagogikkurin sær børnini. Síðan er tað upp til hvønn einstakan at velja og skapa sær sín egna leist at arbeiða eftir.

Hetta pedagogiska háttalagið stavar úr Norðuritalia, og fór serliga at gerða um seg í áttatiárunum. – Foreldrini settu krøv, og stórur tørvur var á ansingarstovnum, sum vóru annað enn bara støð, har børn vóru koyrd í varðveislu. Og í dag tjúgu ár seinni, eru tað ikki bara barnagarðar, men eisini skúlar, sum arbeiða og undirvísa eftir hesum leisti, upp til 5. flokk.

Ein grundleggjandi tanki við »integrerende baggrund« er at menna samskiftið millum barnið og tey vaksnu. Og tí verður arbeitt við at skapa samband ímillum sjónarhornið, sum barnið hevur, og sjónarhornið hjá tí vaksna.

Børn eru spontan og eru til staðar her og nú. Tey eru ítøkilig, merkja, lukta og røra. Tey spæla og hava hugflog. Tey duga at læta sum um og eru forvitin. Tey vaksnu hava hinvegin ta yvirornaðu tilgongdina. Tey eru ikki her og nú, men hugsa framtíð.Tey kunna leggja til rættis, eru kreativ og vilja fegin nakað saman við børnunum. Tey grunda, hava ábyrgd og umsorgan. Dentur verður lagdur á at arbeiða við samskiftinum millum børnini og tey vaksnu, at báðir partar tosa saman og virka saman.

Eitt av lyklaorðunum í integrerandi bakrundini er integratión. Integratión snýr seg í høvuðsheitum um, at tann sum er uttanfyri kemur inn og skal tilpassa seg ein bólk. Og ymiskt er, hvussu hetta verður gjørt. Vit kunna taka ímóti einum nýggjum við teirri grundgeving, at vit øll skulu verða her. Vit tosa um innkoyring av børnum og at børnini fella til og tilpassa seg. Men tað ber eisini til at taka ímóti einum barni partvís og ikki øllum barninum.

Dømi: í barnagarðinum gongur ein genta sum er frá einari aðrari mentan enn tann við kenna. Gentan hevur ein leskiligan matpakka við í barnagarð. Har eru angandi leivdir frá døgurðanum kvøldi fyri og grønmeti og frukt, og vit fáa veruliga kenslu av, hvussu hennara heimalív og henna mentan sær út. Dentur verður lagdur á at rósa gentuni og foreldrunum fyri hetta. Hinvegin kemur gentan ein dagin í barnagarðin í einum ljósareyðum syntetiskum flesakjóla og lakkskóm, men hetta halda pedagogarnir ikki verða serliga smart. Hetta eru ikki júst klæðir sum vit halda hóskar til okkara veðurlag og hóska ei heldur til at fara út á spæliplássi at spæla í vatntunnu, runudýki ella í sandkassanum og tað siga vit við mammuna. Hinvegin eiga vit at hugsa at kanska hevur henda gentan fingið kjólan sendandi frá ommu síni sum býr í heimlandinum og at kjólin hevur ein serliga týdning fyri gentuna.

Vit eru tey vit eru …

Integratiónin í »integrerandi bakgrundini« er við tí fyri eyga, at vit eru tey vit eru og vit deila við hvønn annan. Vit hava eitt felags mál, sum verður sett av øllum, bæði teimum vaksnu og børnunum. Málið er fleksibult og kann broytast. Tann sum er nýggjur er ynsktur, og tað at verða ymiskur, verður tikið ímóti við vælvild. Vit viðurkenna og góðtaka, at vit eru ymisk og eru sinnaði at kanna hvussu vit eru ymisk. Trætur og ósemjur verða sostatt eisini ein náttúrligur partur av øllum, og verða sæddar sum ein sjálvfylgja.

Tá lítli Pætur heldur uppá sítt og sigur at hansara tekning er tann besta, og ikki vil at Jákup skal uppí, snýr tað seg um, at fáa Pætur at geva eftir, uttan at hann missir nakað. Heldur tvørturímóti, at hann kanska fær okkurt annað afturfyri t.d. sleppur at lána tann reyða bilin hjá Jákupi, sum honum dámar so væl. Tað snýr seg um at samskifta, at halda seg til sakina og ikki fara eftir persóninum og siga at Pætur er ráðaríkur og altíð vil bestemma. Í veruleikanum er tað sera einfalt, tú fært tað tú hevur brúk fyri, og tú letur tað frá tær sum tú kanst verða fyriuttan.

At integrerða er sostatt ikki ein loysn í sær sjálvum, men ein arbeiðsháttur sum gongur fyri seg báðar vegir. Tað snýr seg um at broyta seg og at tilpassa seg fyri báðar partar. Tá hetta eydnast, hava vit havt eitt møti, sum hevur týdning og sum ger at okkurt er annaðleiðis.

Bakgrund, merkir tann fysiska bakgrundin á italienskum, konteksturin ella samanhangurin, sum vit alla tíðina ferðast í.

Vit seta ofta orðið í samband við viðførið, ella tað, sum barnið hevur við sær, tá ið tað kemur í barnagarð.

Sjálvandi hevur lívið hjá barninum týdning og er ein partur av bakgrundini, men bakgrundin er í hesum førinum rúmið, og rúmið avspeglar nakrar av prossessunum, sum hava verið. Tá ið tú kemur inn í rúmið, skalt tú fáa eina kenslu av, hvat upptekur børnini, hvørjum tey arbeiða við og hvat gongur fyri seg har. Rúmið er ein spegil sum barnið kann spegla sær í. Í rúminum sæst søgan barnið hevur verið við til at skapa, og barnið kann trína inn í rúmið og peika á, hvat tað hevur gjørt. Tað snýr seg um at arbeiða við at skapa samband millum børnini. At skapa samband millum børnini og tey vaksnu og millum børnini og tey vaksnu og rúmið.

Hugtakið spor er yvaleyst tað, tey flestu kenna sum eyðkenni fyri »integreraðu bakgrundini«, spor kallast eisini »børns betydninger«.

Spor eru tekin, sum børn seta. Okkurt sum tey eru serliga upptikin av og vísa áhuga fyri. Okkurt sum tey fortelja, tekna ella samla uppá. Øll, sum hava við børn at gera, arbeiða onkusvegna við sporum, men munur er á, hvussu tú viðgerð hesi sporini, og hvønn týdning tú gevur teimum. Tað hevur týdning at arbeiða við tí børnini eru upptikin av, og at pedagogurin ikki setur tiltøk í verk, sum bara pedagogurin sjálvur hevur eina fatan av skulu verða.

Øll kenna trupuleikan at skula motivera børnini. Børn skulu ikki eggjast ella noyðast uppí. Og um tú tekur støði í tí, sum børnini hava hug til, teirra sporum, fært tú ikki henda trupuleikan. Tað hevur týdning at eygleiða børnini og kanna, hvat tey eru upptikin av. Samstundis hevur tað eisini týdning at framhevja eginleikar og serligar førleikar, sum børnini hava. Tað snýr seg um at bróta mynstrini og venda keðiligum atburði. Tað hevur týdning at framhevja styrki og serligar eginleikar børnini hava, serliga hjá teimum sum líða undir altíð at verða býtt og ikki duga at verða við.

Og her fær samskifti millim børnini og tey vaksnu serliga stóran týdning. Tey vaksnu skulu duga at spyrja og vita hvat tey skulu spyrja um. Og ikki minst: tey vaksnu skulu vita, nær tey skulu tiga og onki siga. Børn svara ofta tað tey halda at tey vaksnu vilja hoyra, og vilja ikki skuffa.

Einaferð var tað ein nýggj genta í barnagarðinum, hon var smæðin og gjørdi ikki stóran hávu burtur úr sær sjálvari. Sum hini børnini teknaði hon, og tá pedagogarnir spurdu hana hvat hon teknaði, svaraði hon høvisk: »Eitt fjall«. Gentan teknaði somu tekning hvønn dag í longri tíð, og hvørja ferð hon varð spurd, kom sama svarið: »Eitt fjall«. Pedagogarnir undraðust og spurdu mammuna um hetta, men heldur ikki hon kundi koma við eini hóskandi frágreiðing. At enda fingu pedagogarnir varhugan av, at gentan í veruleikanum ikki visti hvat hon teknaði, og at hon bara svarðaði okkurt, tá ið hon var spurd, tí hon vildi ikki skuffað starvsfólkini. Og ikki fyrr enn tey hildu uppat at spyrja, gavst hon at tekna fjalli og gjørdist sum fráleið ein náttúrligur partur av stovuni. Starvsfólkini tulkaðu tilburðin, sum at gentan bara hevði havt tørv á eitt sindur longri tíð at finna seg til rættis á nýggja stovninum.

Hetta vísir, at vit ofta eru ov kvik at spyrja og góðtaka ikki, at barnið hevur brúk fyri tíð at umráða seg í. Tí mugu vit læra at lurta eftir barninum, at merkja tørvin barnið hevur, sum til dømis ikki vilja tosa um tað, tað ger.

Við »integrerandi bakgrundini« hevur tað ikki bert týdning at síggja einstaka barnið, men eisini at fáa børnini at virka saman í felag. Arbeitt verður við at skapa eina felags søgu. Ein søga byrjar eitt stað, men sum frálíður útviklar hon seg. Og hetta verður gjørt við at eygleiða spælið hjá børnunum, fanga sporini, sum tey eru upptikin av og arbeiða við teimum.

Tá børnini hava verið upptikin av onkrum í longri tíð, og fleira kanska koma uppí, kann hugsast at hetta er spírin til eina størri verkætlan. Men tað krevur, at alt verður lagt væl til rættis, og at tey vaksnu eru greið yvir, at tað ikki eru tey, sum stýra verkætlanini, men at tað alla tíðina er eitt samskifti millum børnini og tey vaksnu. Tey vaksnu skapa sambondini millum sporini, børnini leggja eftir seg, og sjálva verkætlanina. Og verkætlaninar kunna verða ymiskar, stórar og smáar, og tað er ikki altíð at tað eydnast. Men fært tú fatur í tí rætta endanum, so eru børnini við, tí tey hava hug og skulu ikki lokkast. Og tá er søgan eisini so rúmlig og opin, at øll kunna verða við. Sostatt verður ikki bert arbeitt í smáum eindum, men eisini í stórum hópum. Søgan, sum sprettur burturúr sporinum hjá einstaka barninum, fær týdning fyri ein stóran felagsskap. Á henda hátt eru barnagarðar onkusvegna kulturskapandi, og til ber at siga, at børnini útvikla mentan saman við teimum vaksnu.

Ein grundleggjandi táttur í arbeiðinum við “integrerandi bakgrundini” er, at pedagogarnir alla tíðina skulu vera medvitandi um og arbeiða við at skjalprógva ella at dokumentera sporini og verkætlaninar, sum børnini eru ígongd við, og hesi prógv hava sera stóran týdning fyri arbeiði, ikki bert fyri børnini, foreldrini og pedagogarnar, men eisini fyri býin sum børnini búgva í.

Børn læra og mennast við at minnast, síggja og enduruppliva týdningarmiklar hendingar. Tey læra av egnum royndum og felags upplivingum. Og skjalprógvini eru við til at skapa samanhang og kontinuitet yvir tíð og stað hjá barninum.

Umframt at foreldrini gerast ein partur av lívinum á stovninum, fáa tey eisini okkurt ítøkiligt at tosa við barnið um, og er hetta grundarlagið undir einum góðum foreldrasamstarvið.

Men samstundis er hetta eisini við til at seta ljós á arbeiðið, sum pedagogarnir gerða og eggja til fakligt medvitni.

Og ymiskt er hvussu arbeitt verður við at skjalprógva sporini hjá børnunum. At taka fotomyndir av tí børnini gera og uppliva og savnað alt í einum kuffert, er kanska tann mest nýtti hátturin.

Men tilber eisini at gera plansir, mappir, skuffir, eina veggjaavís ella myndabók, sum lýsir verkætlanina. Bert hugflog setir mørk.

Størsta arbeiðið liggur tó í at fáa røttu og sannastu prógvini. Myndirnar skulu hava týdning fyri børnini, og tað hevur týdning at velja tey bestu sporini og ikki eina rúgvu.

Børnini skulu sjálvi vera við til at seta orð á prógvini og avgerða hvat skal standa undir myndini. Og hetta arbeiði skal gerast alt fyri eitt, og ikki eitt hálvt ár aftaná at myndin er tikin, og ongin veruliga minnist hvat hendi.

Á henda hátt verður kuffertið ein týdningarmikil partur av lívinum hjá barninum. Innihaldið í kuffertinum er við til at knýta sambond millum onnur børn, og tey støð børnini hava ferðast í. Kuffertið er við til at knýta samband millum vøggustovu og barnagarð og millum barnagarð og í okkara føri frítíðarheim. Í kuffertinum liggja øll spor barnið hevur sett í barnagarðinum, eitt tilfeingi, sum hevur ómetaliga stóran týdning, tá barnið fer í skúla. Burturúr hesum tilfeingi ber til hjá barninum at gera sínar egnu søgubøkur og lesibøkur. Her lærir barnið at lesa úr tilfeingi, sum tað kennir og sjálvt hevur ognað sær.

Við kuffertinum kann barnið til eina og hvørja tíð venda aftur og finna okkurt av sær sjálvum. Okkurt sum er gott at minnast afturá: ein luktur, ein tekning, ein fjøður funnin í fjøðuni, ein bamsa ein steinum, fyrstu orðini barnið lærdi, ein klútur, ein mynd, ein sangur ella eini sms boð frá mammuni, sum pedagogurin so hyggin hevur skriva niður.

Her kann barnið møta sær sjálvum í fortíð og nútíð. Her kann tað minnast bond sum vóru knítt, og bond sum eru við til at evna frantíðina hjá barninum, og geva tí sína egnu heildarsøgu.