ÚTISTOVA

Útistovu handbókin
Vælkomin í Útistovu

Útistova telef. 237715

Útistova letur upp kl 8:30.

Tey sum hava tørv á at møta áðrenn kl.08:30,  kunnu møta í Mylnuhúsinum frá kl 07:30. Tey, ið møtt eru inn í Mylnuhúsinum, verða koyr út í Útistovu um 09:30 tíðina.

Av tí at bussurin bert tekur 6 børn, hevði verið gott, um tað annars á nakran hátt letur seg gera, at tit koyra barnið í Utistovu, heldur enn Mylnuhúsið. Um fleiri børn enn bussurin rúmar koma í Mylnuhúsið, so kann bussurin koyra fleiri túrar.

Vanliga avheintar bussurin tey sum eftir eru, uml. kl. 15:35-45. (hetta kann tó variera). Tá verða tey koyrd niðan í Mylnuhúsið, sum er opið til kl 17:00.

Tá veðrið er gott og umstøðurnar loyva tí, ganga vit ofta niðan í Mylnuhúsið. Tá skriva vit eini boð á rútin á úthurðini í Útistovu, neyvari hvar vit eru, og telefon nummarið, so tit kunnu fáa fatur á okkum. Vit hava altíð útistovu telef. við okkum.  Eisini skriva vit á Intra tá okkurt er at frætta.

J

Tá tit koma við barninum í Útistovu, nýta tit inngongdina omanfyri. Tað vil siga, at tit koma inn á loftinum, har eisini garderoban hjá barninum er. Sum oftast megnar barnið sjálvt at latað seg í og úr yvirklæðunum. Tit kunnu so siga farvæl á loftinum ella tann vaksni fer út á loftinum og kemur inn niðanfyri, at ynskja barninum ein góðan dag. Hetta finnað tit útav, hvat er best fyri tykkum J

 

Vit meta, tað er av stórum týddningi at børnini hava so nógva kvalitetstíð saman við foreldrunum sum gjørligt. Tí siga vit  – “Ein er ongantíð ov seinur í Útistovu.”J-  Fleiri foreldur arbeiða skiftandi tíðir, so um tit eitt nú skulu møta seinnapart, er heilt í lagi, um barnið kemur á stovnin kl 11 ella 12. Vit eru oftast farin í “gongd” við dagin uml kl 10. Um vit eru farin út úr húsinum, kunnu tit altíð ringja, so finnað vit útav hvar vit hittast. J

Foreldrakaffi

Av og á bjóða vit foreldrakaffi. Tað ikki nakað ávíst tíðspunkt. Tit fáa kaffikopp, tá ið tit annars avheinta barnið. Tá er eitt gott høvi hjá tykkum, at hyggja í kassan við skiftiklæðum og dagførða hann. Hetta er serliga ætlað tykkum, sum dagliga ikki náa at koma í Útistovu.

Skiftiklæðir

Ynskiligt er at børnini hava í minsta lagi 2 sett av skiftiklæðum á plássinum í Útistovu. Gott um tit av og á, kannað og ruddað plássið hjá barninum. Børnini vaksa so skjótt, at tað er áðrenn man varðnast, kunnu tey verða vaksin úr skiftiklæðunum. Tá barnið hevur skift klæðir, geva vit teimum tey vátu ella skitnu klæðini við heim í einum posa. So er lætt hjá tykkum at geva barninum rein skiftiklæðir við í ryggsekkin næsta dag. Gott er eisini at eiga 2 sett av regnklæðum og gummistivlum. Best um stivlarnir ikki hava skinn innan um summarhálvuna, hetta tí skinnið hevur langa tíð um at tornað aftur tá tað gerst vátt. Í kava og kulda annars, er best við vatntøttum vetrarskóm/stúlvum (goritex) Um barnið hevur gummistivlar, er best at hava góðar ullintar hálvhosur at verða í.

Tá kavi er og kalt, er neyðugt við eini góðari kavadrakt, sum ikki er ov lítil og ikki ov stór. Kavaklæðir og regnbuksir hava oftast eitt elastik, sum man smoyggjir undir skógvin ella stivlan.  Hetta elastikkið heldur ikki altíð so leingi. Hetta fæst til keyps í eitt nú ítrivshandlum (eitt nú Heimai), og kann lættliga skiftast út. Hetta ger at barnið kann rokast, uttan at spælið verður brotið av, tí brókin smoyggjur sær upp um stivlan J

Havið praktisk klæðir sum barnið sjálvt megnar at lata seg í og úr.

Tá barnið hevur frídag

Tá barnið hevur frí ella er heima vegna sjúku ella annað, kunnu tit senda okkum boð um hetta umvegis sms ella Intra.

Navn á

Tit hjálpa okkum sera nógv við at navn er á øllum klæðunum og lutum annars, sum barnið hevur við. STÓRA TAKK!! J

Ryggsekkurin

Ein góður ryggsekkur er ein sum hevur góðar breiðar seðlar og sum situr væl um akslarnar á barninum. Sekkurin skal rúma eini mateskju, einum dunki og eitt nú húgvu ella eini troyggju.

Vit hava ryggsekk við hvønn dag, soleiðis at vit kunnu fara spontanar túrar. Vit hava ikki altíð eina ætlan fyri dagin frá morgunstundini, men leggja dagin eftir ynskjum og tí, ið annars rørðir seg í millum børnini. J

Matpakkin

Vanligt hava børnini matpakka við. Tað er upp til tykkum at avgerða hvat er í. Vit viðmæla tó at kosturin er heilsugóður og mettandi, so at barnið er so væl upplagt sum møguligt. Barnagarðurin bjóðar miðmála, sum eitt nú kann verða frukt, knekkbreyð o.l. Um barnið ikki hevur etið morgunmat áðrenn tað kemur í barnagarð, er gott um ríkiligt er í matpakkanum, tí børnini fáa sær ofta úr mateskjuni um 10 tíðina. Gott um eskjan ikki fyllir ov nógv, tí tað rúmast ikki so nógv í køliskápinum. J

Onkrar dagar fara vit at hava breyð-dag og onkran dag  vit at gera døgurða í Útistovu. Hetta fara tit at frætta nærri um, tá tað gerst aktuelt.

Ústistova og náttúran

Okkum dámar væl at brúka náttúruna í nærumhvørvinum. Vit hava serliga góðar umstøður hesum viðvíkjandi, av tíð at náttúran er beint uttanfyri dyrnar, bæði niðan í Gravardal og oman í fjøruna. Hesum gera vit nógv brúk av allar árstíðir. Vit vita at náttúran hevur jaliga ávirkan á okkum menniskju, á nógvum ymiskum økjum, eitt nú: sálarliga, kropsliga, kognitivt og sosialt. Vit meta, at okkara barnagarður liggur á heimsins besta stað, tí alt hetta liggur jú beint við okkara føtur, púra ókeypis! J

Útistova liggur í millum tvær áir. Har elska flestu børn at tvassa og vassa. Vit læra, at síggja, um áin er  ov stór, um tað hevur regnað illa, tí tá kann hon verða vandamikil. Onkuntíð vassa vit á ánni, í regnklæðum og gummistilvum, og um tað er heitt og gott í veðrinum, so eru vit í berum undirklæðum. Tá er nógv ymiskt vit læra og menna, í gjøgnum spæl og stuttleika. Eitt nú verða allir sansir stimbraðir. At merkja kalda vatnið á húðini. At skreiða á harða lendinum og mjúka mosanum.

Tí er av alstórum týddningi, at tit og vit geva børnunum bestu møguleikar fyri at mennast og læra og tað ikki gerst ein forðing, at barnið ikki hevur eitt nú regnklæðir/kavaklæðir við.

 

Vættrapætur

Nakað niðan í Gravardal, liggur ein fitt lítil smátta. Hon er hvít og hevur svart rundanum vindeyguni. Har inni býr okkara góði hugflog- vinur, Vættrapætur.  Vættarpætur er ósjónligur og hevur einans “grønar tankar”. Grønir tankar eru góð ting, sum vit siga við hvønnannan og um hvønnannan. Eisini góðar gerðir, sum vit ynskja at leggja áherðslu á. Hann verður ofta brúktur sum eitt amboð í okkara námsfrøðiliga arbeiði. Hann vitja vit javnan. Tað er ein góður túrur og har nógv er at undrast  á og forvitnast um á leiðini. Onkuntíð eru vit so heppin, at Vættrapætur hevur lagt lykilin til úthurðina undir onkran stein, tá sleppa vit inn í smáttuna at hyggja. Onkuntíð hevur hann krógvað onkran pakka ella skatt til okkum.

Tað kann verða ymiskt frá árgangi til árgang, hvussu nógv Vættrapætur fyllir í Útistovu. Vit brúka Vættrapætur, sum  “triðja námsfrøðingin” …

Jólahald

Umleið miðan desember, skipar Útistova fyri jólahaldi fyri børn og foreldur. Tað verður lagt ein góðan dag í viku 50. Av tí at plássið ikki er so nógv, verður jólahaldið uttandurða. Dagurin er stuttur, so gott at hava lummalykt við J

Súkklutúr á Kallsoyni.

Eitt sum hevur verið siðvenja, í mong ár, er árligi súkklutúrurin á Kallsoynna. Vit velja ein góðan dag í mai/juni. Tá fara vit við súkklu og hjálmi, við ryggsekki á bakinum, umborð á Sam. Vit siga farval við foreldur, á kajuni. Tá hava fleiri “summarfuglar” í búkinum. J Tað er ein dagur vit altíð bíða í spenningi eftir, og gleða okkum nógv til.

Intra

Tá okkurt er at frætta, eitt nú tá vit ganga niðan í Mylnuhúsið, ístaðin fyri at fara við bussinum, ella vit fara við gulabussi, ella bráddligar broytingar koma, so skriva vit tað á Intra. Eisini leggja vit myndir frá túrum, samlingum og løtumyndum annars har. Vit viðmala, at tit dagliga fara inn á Intra og kunnað tykkum. Um tit hava trupulleikar við Intra, er neyðugt, at tit venda tykkum til leiðsluna: Maja tel. 237710.

Um Útistovu. (Skótahúsið úti í Grøv)

Húsið bleiv bygd sum eitt bumbuskýlið, undir seinna heimsbardaga. Húsini eru stoypt allan vegin upp og takið er eisini betong. Fyrstu mongu árini vóru heilt fá vindeygu í húsinum, og er Útistova broytt smávegis við tíðini. Lendið rundanum er innihegnað við einum portri beint við Úthurðina niðanfyri. Eisini er eitt portur suðureftir, so tað sleppst út í ánna. Annars er stykkið rundanum fyri tað mesta vallað. Ein lítil sandkassi er og ein bálstaður, sum eisini verður dúgliga brúktur.

Levi Joensen, sáli, plagdi javnan at koma framvið í Útistovu, og elskaði hann at greiða børnum og vaksnum  frá tíðini, tá hann sum smádrongur búðleikaðist her. Her hava nógv fólk búð ígjøgnum tíðirnar. Ofta frættist frá fólki, sum koma á gátt, at tey hava búð her okkurt tíðarbil.

Líggjas Í Bø, keypti bygningin miðskeiðis í 80´inum og hugsaði hann at nýta húsið til skrivstovuvirksemi. Men Sigrun Juul Samuelsen varð skjót at keypa húsið, sum eisini hevði verið hennara heim. Hon keypti tað vegna KFUK skótarnar, sum eiga húsið í dag. Klakavíkar kommuna hevur leigað húsið til barnagarð síðan 1999. Hetta njóta vit ágóðan av hvønn gerðandisdag, tí vit halda at Útistova er ein sonn perla, hóast ivasamar karmar.

í Útistovu ganga 16 børn. Trý vaksin eru dagliga knýtt at Útistovu.

Mylnugøta 10, 700 Klaksvík

Vit samskifta við foreldrini á INTRA.

Mylnuhúsið © 2025. Ein heimasíða frá ELSE.
Rita inn.