Kalendari

« Desember 2017 »
27
28
29
30
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
31

Upplýsingar

Avtalur

Tað er av stórum týdningi at starvsfólkini í Mylnuhúsinum fáa boð frá foreldrunum um børnini skulu heim við hvørjum øðrum ella onkur annar enn foreldrini avheinta tey. Ring og boða frá ella gev barninum seðil við.


Bussurin

Bussurin verður brúktur til at koyra Útistovubørnini og Gerðastovubørnini til og frá Mylnuhúsinum.


Fráboðan

Boðast skal frá, teir dagar ið barnið ikki kann koma í Mylnuhúsið áðrenn kl 10:00


Fastir frídagar

Mylnuhúsið hevur stongt hesar dagar: Umframt leygar/sunnu og halgidagar: Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagin, ólavsøkuaftan eftir kl 12:00, páskaaftan og hvítusunnuaftan


Frí pláss

Møguligt er at søkja um frípláss. Umsóknarblað fæst við at venda sær til eitt av starvsfólkunum.


Foreldrafundir

Ein felags foreldrafundur er um árið, og foreldraviðtalur eru um heysti.


Flaggstongin

Mylnuhúsið hevur eina flaggstong. Vit flagga tá onkur í húsinum hevur føðingardag.


Føðingardagar

Tosa við starvsfólki á stovuni um hvussu tit vilja hava at føðingardagurin hjá tykkara barnið skal haldast.

Mylnuhúsið hevur føðingardag 16. januar


Góðan morgun

Tað er av stórum týdningi at foreldur koma inn saman við barninum at siga góðan morgun og siga farvæl við starvsfólki áðrenn tit fara heim.
Minnist til at siga farvæl við barnið áðrenn tit fara, skjótt og gott.

Heilivág

Ikki er loyvt hjá starvsfólki at geva børninum heilivág, uttan í lívsneyðugum førum.


Heimasíðan

Heimasíðan hjá Mylnuhúsinum liggur á www.mylnuhusid.fo, har eru børn og vaksin vælkomin at senda eina heilsan, teldupost addressa: mylnuhus@mylnuhusi




Kostnaður

Vøggustovupláss: kr. 1.563,- um mánaðin + kr 275,- fyri matarskipanina.
Barnagarðspláss: kr. 1.119,- um mánaðin + kr 275,- fyri matarskipanina.



 

 


Klæðir

Navn skal á øll klæðini.
Tvey sett av hóskandi klæðum skulu altíð vera á plássinum.


Kostur

Mylnuhúsið bjóðar morgunmat til kl. 09:00
Umleið klokkan 14:30 – 15:00 vera frukt, jogurt, keks o.t. etið.

 

Máltíðir : Mylnuhúsið hevur eina matarskipan, ið kostar 275 kr um mánaðin og verður goldið yvur galdskipanina hjá Klaksvíkar kommunu. Matarskipanin umfatar mat á miðdegi har ein køksdáma gerð matpakkar til børnini í útibarnagørðunum og gerð mat kláran til hinar stovurnar.




Mylnuhúsið

- Ein stovnu í menning!

 


Næmingar

Mylnuhúsið tekur fegin ímóti næmingum. Vit hava næmingar bæði úr inn og útlandinum og bæði frá fólkaskúlanum og hægri námsfrøðiligum skúlum.




Runa

Vit í Mylnuhúsinum ganga inn fyri runu.


Sjúka

Um barnið er sjúkt og ikki kann fylgja einum gerandisdegi kann tað ikki koma á stovn.
Sigið frá um barnið er sjúkt.


Spæliplássið

Vit ynskja at spæliplássið í Mylnuhúsinum, skal vera stimbrandi, mennandi og ikki minst stuttligt.



Tagnaðarskylda

Starvsfólkið í Mylnuhúsinum hevur Tagnaðaðarskyldu við starvssetan og heldur hon ikki uppat við uppsøgn.


Telefonnr.:

 

  • Mylnuhúsið 457788
  • Fax 457789
  • Fart. 237710 (Leiðarin)
  • Niðristova 237711
  • Innistova 237712
  • Miðstova 237713
  • Gerðastova 237714
  • Útistova 237715



Teldupostur:

Mylnuhus@mylnuhusid.fo


Trygging

Spyrjið tryggingarfelag tykkara hvussu barnið er tryggjað, meðan tað er í Mylnuhúsinum.


Upphangstalvir

Umráðandi er at hyggja uppá upphangstalvuna hvønn dag


Útmelding

Tá barnið skal sigast upp úr Mylnuhúsinum er freistin 14 dagar og skal tað vera skrivliga.

TÝ­indi

Eingi tÝ­indi eru funnin.